Dátaálop úr Russlandi

Dátaálop úr Russlandi
USA og Bretland vilja vera við, at hackarar við hjálp úr Russlandi framdi eitt ógvusligt dátaálop í gjár, sum rakti telduskipanir um allan heimin
 
17.04.2018 - 09:02

Hvussu umfatandi álopið er, er ikki greitt enn. Londini vilja vera við, at talan er um eitt njósnaraálop, sum rakar allan heimin. Roknað verður við, at greiða fæst á støðuni einaferð í dag. 

Tíðindastovan Reuters hevur biðið Russland um viðmerkingar til skuldsetingarnar um álopið, men hevur enn ikki fingið svar.

Fyrr hevur Russland víst aftur, at landið er við í slíkum virksemi.

Í fjør skuldsetti amerikanska fregnartænastan Russland fyri at hava lagt seg út í amerikanska forsetavalið, fyri soleiðis at hjálpa Donald Trump at gerast forseti.

Og í mars skuldsetti umsitingin hjá Trump Russland fyri at hava gjørt seg inn á telduskipanirnar hjá amerikanska orkuverkinum.

Fleiri skandinavisk lond hava eisini skuldsett Russland fyri at gera seg inn á teirra skipanir, og at talan er um njósnaravirksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162