Føroysk skúlabørn lesa ikki í frítíðini

Føroysk skúlabørn lesa ikki í frítíðini
Tveir triðjingar av føroysku skúlabørnunum í 4., 6. og 9. flokki lesa ikki í frítíðini, vísir nýggj kanning av lesivanum hjá føroyskum skúlabørnum
 
23.04.2018 - 11:16

Tveir triðjingar av føroysku skúlabørnnuum í 4., 6. og 9. flokki lesa ikki í frítíðini. Tað vísir ein nýggja kanning, sum er gjørd av lesivanum hjá føroyskum skúlabørnum, stendur í Skúlablaðnum, sum er komið í dag.

Kanningin verður løgd fram klokkan fýra seinnapartin og fevnir um 1600 næmingar. Tað svarar til 75 % av árgangunum. 

Flestu næmingarnir siga seg ikki brúka nógva tíð uppá lesing. 65,6 % siga, at tey sjáldan ella ongantíð lesa í frítíðini.

33 % av næmingunum í 4. flokki siga seg lesa í frítíðini, 28 % í 6. flokki og einans 12 % av næmingunum í 9. flokki, sum er tann árgangurin, sum lesur minst, siga seg lesa í frítíðini. 

Sammet við donsk børn lesa føroysku børnini nógv minni. Hetta hóast at donsku børnini hava longri skúladag og brúka eins nógva tíð upp á skermar, skrivar Skúlablaðið. 

Ein kanning varð gjørd í Danmark í 2017, sum vísir at 62 % av næmingunum í 4. flokki og 42 % av næmingunum í 6. flokki siga seg lesa fleiri ferðir um vikuna í frítíðini. Tað er tvífalt so nógv sum í Føroyum.

Danska kanningin sigur einki um lesivanarnar hjá 9. floksnæmingunum, men í sjeyndaflokkunum siga 37 % av donsku næmingunum, at teir lesa fleiri ferðir um vikuna.

Tað skrivar Skúlablaðið í samband við nýggja kanning, sum verður løgd fram klokkan 16 í Smæruni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329