Lærarafelagið tapti mál um uppsagnarløn

Lærarafelagið tapti mál um uppsagnarløn
Frískúlin við Hoyvíkstjørn, Adventistaskúlin, varð frídømdur í sakarmáli um uppsagnarløn
Frískúlin við Hoyvíkstjørn gavst i 2014, tí ov fáir næmingar vóru.
 
23.04.2018 - 12:52

Lærarafelagið fekk ikki Føroya rætt at døma Frískúlan við Hoyvíkstjørn ella Adventistaskúlan at gjalda lærarum slakar 620.000 kr. í uppsagnarløn.

Skúlin varð frídømdur og Lærarafelagið skal gjalda skúlanum 70.000 kr. í sakarkostnaði. 

Tá Frískúlin við Hoyvíkstjørn gavst í 2014, vórðu allir lærarar skúlans sagdir úr starvi. 

Træta var um hvørt tað varð gjørt á rættan hátt og trætan endaði við, at Lærarafelagið stevndi Frískúlanum.

Rætturin sigur, at lærararnir hava fingið ta uppsagnarløn, sum teir hava rætt til, og, at teir eru sagdir úr starvi á rættan hátt. 

Tí er Frískúlin við Hoyvíkstjørn, ella Adventistaskúlin, sum hann vanliga varð róptur, frídømdur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035