Misálitið felt

Misálitið felt
Eftir orðaskifti í umleið fýra tímar var uppskotið um misálit á Rigmor Dam landsstýriskvinnu felt beint eftir klokkan trý
 
24.04.2018 - 16:36

Tað var andstøðan sum legði uppskotið um misálit fyri tingið. Orsøkin til misálitið var, at Mentamálaráðið hevur ógyldað uppsøgninga av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í kringvarpinum. 

Í uppskotinum stóð millum annað: 

"- Landsstýrismaðurin hevur við síni avgerð lagt seg út í innanhýsis avgerðarrættin hjá leiðsluni fyri Kringvarp Føroya. Grein 23 í kringvarpslógini ásetur, at fyrisitingarligar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Sambært viðmerkingunum til hesa lógargrein verður ikki sagt eitt orð um starvsfólkaviðurskifti. Viðmerkingarnar til lógina leggja als ikki upp til, at landsstýrismaðurin kann nýta hesa heimild til tess at “stýra” leiðsluni fyri Kringvarpið".

Uppskotið vann ikki frama. 12 atkvøddu fyri og 16 ímóti.

Liljan Weihe skal flytast innan setanarøkið, so hon ikki longur er tíðindaleiðari. Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe sigur við in.fo, at avgerðin er at meta sum ein uppsøgn.

Ætlanin er sambært Sigmundi Poulsen, at Liljan Weihe skal flytast í annað starv í KVF, sum verður upprættað til hana, og sum gevur millum 3.000 og 4.000 kr. minni um mánaðin í løn, og sum einki hevur við tíðindaleiðslu at gera, sigur Sigmund Poulsen við in.fo.

Johnny í Grótinum vísir aftur, at talan er um uppsøgn. Tað er munur á eini uppsøgn og flyting innan setanarøkið, sigur Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpi Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Fríggjadag 6. juni
Vikuskiftið 6. juni 2025
192931
Fríggjadag 6. juni
Poppverturin
192912
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827