Søguligur fundur millum suður og norður

Søguligur fundur millum suður og norður
Kim Jong-un verður fyrsti norðurkoreiski leiðarin, síðani Koreakríggið, sum fer um hernaðarligu marknalinjuna Suður- og Norðurkorea
 
26.04.2018 - 09:12

Kim Jong-un skal hitta suðurkoreiska forsetan, Moon Jae-in.

Í nýggjastu fráboðan um fundin stendur, at suðurkoreiski forsetin, Moon, skal í morgin hitta Kom á marknalinjuni kl. 9.30 lokala tíð. Tað er klokkan 01.30 okkara tíð í nátt, skrivar BBC.

Leiðararnir báðir skulu tosa um uppskotið frá Norðurkorea herfyri, um at landið vil steðga kjarnorkudubbing síni.

Leggja ætlan

Men Seoul hevur ávarað um, at tað verður torført at fáa semju um hetta, tí norðurkoreiska kjarnorku-tøknin og rakett-tøknin er nógv meiri framkomin, enn hon var, tá partarnir seinast tosaðu saman.

Partarnir skulu eisini tosa um, hvussu friðartilgongdin fyri hálvoynna skal skipast, so at Korea-kríggið, sum var frá 1950-53, formelt kann enda, og eisini um búskapar- og sosialmál.

Planta træ

Fundurin byrjar ein tíma eftir, at Kim Jong-un er farin um marknalinjuna. Tá partarnir hava tosað saman í tveir tímar verður døgurðasteðgur, har partarnir eta í hvør sær. 

Seinnapartin er hátíðarhald, har Moon og Kim skulu planta eitt furutræ, og teir skulu vatna træið við vatni frá báðum londunum sum tekin um frið og framburð.

Síðani ganga teir í býnum Panmunjom, sum er beint við markið, áðrenn næsta umfar av samrøðum byrjar aftur. Hetta umfarið endar við at báðir leiðararnir skriva undir samtykt og felagsyvirlýsing.

Síðani verður veitsla, áðrenn Kim Jong-un fer heimaftur, skrivar BBC.

Kim Jong-Un hevur 9 embætisfólk við sær, - eitt nú systir sína, Kim Yo-jong, sum stóð á odda fyri norðurkoreisku sendinevndini í sambandi við VetrarOlympisku leikirnar í Suðurkorea fyrr í ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207