Skattur fyri býttlingar

Skattur fyri býttlingar
Skattur er nakað ið vit øll hava vera ávirkað av. Tað er grundleggjandi í okkara samfelagi. Soleðis riggar skattur.
26.04.2018 - 11:07

Nú vit nærkast endanum av mánaðinum og fleiri av okkum fáa løn, so er eitt, sum vit ikki sleppa undan. Skattur er nakað ið flestu av okkum betala. Men hvussu riggar skattaskipanin? Nær byrja vit at betala skat?

 

 

Byrjar man at betala skatt, tá man er 18?

 

 

Nei. Tað ger man faktiskt ikki. Skattaskipanin er sett upp soleiðis, at har er eitt minsta mark. Um tú ikki hevur eina inntøku pr. ár, sum fer upp um hetta markið, so betalur tú faktiskt ongan skatt, líkamikið hvussu gamal ella ungur tú ert. Hetta lægsta markið er 30.000 kr. pr. ár. Tá vit tjena meira enn tað, so byrja vit at betala kommunuskatt. Teir pengarnir fara til at reka alt virksemið, sum kommunan hevur. Tað kann t.d. vera at reka ellisheim, skúlar, musikkskúlar, ítrottarhallir og mangt annað.

 

 

Næsta markið er 65.000 kr pr. ár. Tá okkara inntøka fer uppum hetta markið, so byrja vit at betala landsskatt, og hann fer til allar íløgur, sum landið ger. Dømi um hetta eru miðnámsútbúgvingar, hægri útbúgvingar, stuðul til ymiskt (so sum listafólk og ungmannafeløg), ymiskar skipanir, sum landið hevur, og mangt annað.

 

 

Øll inntøka upp til hesi mørkini er skattafrí. Tað merkir, at skattur fer bert av inntøkuni, sum vit tjena aftaná vit fara uppum mørkini.

 

 

Hvussu riggar skattur?

 

 

Vanligt er at skilja ímillum tað, sum eitur ein progressiv skattaskipan, flatskattaskipan og regressiv skattaskipan. Hetta er fín orð fyri at siga, hvør betalir hvussu nógv. Í einari progressivari skattaskipan betala tey, sum hava størst inntøku størri part av teirra inntøku enn tey við lægri inntøku. Í einari flatskattaskipan betala øll líka stóran part og í einari regressivari skattaskipan betala tey, sum hava hægst inntøku ein minni brotpart enn tey við lægri inntøku. Í Føroyum hava vit eina nokkso flata, men hóast alt, progressiva skattaskipan.

 

 

 

 

Kommunuskattur og landsskattur rigga ymiskt. Kommunuskatturin er flatur, tvs. at øll í einari kommunu betala líka nógv prosent í skatti. Landsskattur er harafturímóti uppdeildur í bólkar fyri inntøkur í einum intervali.

 

 

Soleðis síggja hesir bólkarnir út

 

 

Inntøka upp til 65.000 kr. pr. ár:                                    0%

Inntøka frá 65.000 til 235.000 kr pr. ár:                        15%

Inntøka frá 235.000 til 330.000 kr. pr. ár:                     20%

Inntøka frá 330.000 til 800.000 kr. pr. ár:                     25%

Inntøka yvir 800.000 kr. pr. ár:                                      30%

 

 

Hetta merkir, at um tú tjenar t.d. 400.000 kr. pr. ár, so fært tú tær fyrstu 65.000 krónurnar skattafrítt. Tær næstu 170.000 krónurnar betalir tú 15% av til landsskatt (25.500 kr.). Tær næstu 95.000 krónurnar betalir tú 20% av til landsskatt (19.000 kr.) og tær síðstu 70.000 krónurnar betalir tú 25% av til landsskatt (17.500 kr). Í hesum døminum hevði tú tilsamans skula betalt 62.000 kr. Í landsskatti. Harafturat kemur so kommunskattur og ymisk gjøld.

 

 

Hvussu finni eg útav hvat eg betali?

 

 

Tað kanst tú gera við at fara á Microsoft Excel og seta teg at rokna. Ella gera tað við einum blýanti og pappíri, um tær dámar betri tað. Tó er hetta langt frá nakað, sum øll tíma, so tann nógv lættasta loysnin er at fara á heimasíðuna hjá taks. Á síðuni hava tey eitt, sum tey kalla “borgaragluggin”, sum kann hjálpa tær at finna útav, hvussu nógv fer av tínari løn í skatti.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.