Allir kommunulæknar leggja arbeiðið niður

Allir kommunulæknar leggja arbeiðið niður
Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya eru slitnaðar. Allir kommunulæknar fara í verkfall hósdagin
01.05.2018 - 19:36

Seinastu tríggjar mánaðirnar hava Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya samráðst um nýggjan sáttmála. 

Gamli sáttmálin gongur út í morgin, mikudagin 2. mai, og longu nú hevur Kommunulæknafelagið boðað frá verkfalli hósmorgunin klokkan 8. 

- Allir kommunulæknarnir hava fingið nóg mikið, og vit vilja hava viðurskiftini hjá kommunulæknunum upp á pláss við veruligum samráðingum, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelag Føroya. 

Eingin tilbúgving er klár, nú kommunulæknarnir fara í verkfall

Felagið sigur, at sáttmálauppskotið frá Fíggjarmálaráðnum als ikki kann góðtakast. Felagið sendi út tíðindaskriv 1. mai í samband við lýsta verkfallið, har stóð millum annað: 

"Kommunulæknafelag Føroya hevur  seinnapartin viðgjørt seinasta uppskot frá FMR dagfest 30. apríl 2018 og kann als ikki góðtaka uppskotið.  

Kommunulæknarnir mugu tíverri staðfesta , at vilji ikki enn er til at bøta um sáttmálaviðurskiftini og harvið at fáa fleiri fastar kommunulæknar í starv  og á tann hátt betra kvalitetin í arbeiði okkara.

Sáttmálin, vit hava viðgjørt seinastu nógvu mánaðarnar, er gamal  (frá 2008 / 2010) og treingir til ábøtur. Eitt av uppskotum hjá  FMR er t.d. at niðurleggja eina læknavakt í miðøkinum og harvið gera viðurskiftini hjá borgaranum verri. Tað kann als ikki góðtakast.  

Tað, vit higartil hava sæð, er í ov stóran mun manglandi vilji og eitt ynski um at ”pressa  citrónina enn meira”. Tað góðtaka vit ikki.

Kommunulæknafelag Føroya harmast um støðuna, men kennir seg kroyst til at lýsa til verkfall frá hósmorgni 3. Mei kl 8.00 fyri økið, ið er umfatað av sáttmálaumráðið okkara.

Talan er um kommunulæknaarbeiði í dagtíð og úrtíð."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360