ST heitir á Iran og Ísrael um at binda frið

ST heitir á Iran og Ísrael um at binda frið
ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, heitir á bæði Iran og Ísrael um at steðga øllum fíggindaligum atgerðum, so tað slepst undan ófriði í Miðeystri
 
11.05.2018 - 08:53

Í gjáranáttina skutu iranskar deildir í Sýria rakettir eftir ísraelskum herstøðum á umstríddu Golan-heyggjunum.

Ísrael svaraði aftur við at skjóta rakettir eftir iranskum støðum í Sýria. 23 fólk doyðu, sigur sýriski stovnurin fyri mannarættindi, sum hevur heldur til í Bretlandi.

Ísraelska álopið var hitt harðasta á sýriskari jørð, síðani Yom Kippur-kríggið í 1973, tá ein sýrisk-egyptisk samgonga leyp á Ísrael. 

Eisini ES hevur heitt á partarnar um at binda frið.

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur tosað við ísraelska starvsbróðurin, Netanyahu. Hon leggur dent á, at Ísrael hevur rætt til at verja seg. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392