Bjóða lokalfeløgum til fund

Bjóða lokalfeløgum til fund
Føroya Arbeiðarafelag bjóðar nú lokalfeløgunum til kunningarfund, har ætlanin er at kunna um sáttmálasamráðingarnar, sum eru í løtuni
 
13.05.2018 - 13:58

Føroya Arbeiðarafelag bjóðar nú lokalfeløgunum til kunningarfund, har ætlanin er at kunna um sáttmálasamráðingarnar, sum eru í løtuni, og at viðgerða støðuna á arbeiðsmarknaðinum sum heild.

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðarafeløgini slitnaðu í gjár, og semingsstovnurin kom upp í og longdi sáttmálarnar til 18. mai.

Stóru stríðsspurningarnir eru lønin og so ein áseting um órímiliga uppsøgn, sum arbeiðarafeløgini vilja hava í sáttmálan.

Tað er neyðugt at greiða frá gongdini, nú sáttmálasamráðingarnar eru slitnaðar - hvør leikluturin hjá teimum ymisku pørtunum er, og hvat tað merkir ítøkiliga, at semingsstovnurin er innkallaður, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í tíðindaskrivinum.

Eitt møguligt verkfall ella verkbann kann ikki fráboðast fyrr enn semingsstovnurin hevur roynt semingsroynd, og tá kemur verkfallið í fyrsta lagi í gildi 48 tímar seinni.

Føroya Arbeiðarafelag hevur havt 4 verkføll seinastu 50 árini, og eitt verkbann hevur verið. Seinast Semingsstovnurin var uppi í sáttmálasamráðing millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið var í 2010.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650