USA vil gera nýggja avtalu við Evropa

USA vil gera nýggja avtalu við Evropa
USA fer at samstarva við sínar evropeisku sameindu um eina nýggja avtalu, sum gongur ímóti skaðiliga iranska atburðinum, sum USA tekur til
Mike Pompeo, amerikanski uttanríkisráðharrin, sigur, at USA vil gera nýggja avtalu við evropeisku londini
 
14.05.2018 - 09:12

USA fer at samstarva við sínar evropeisku sameindu um eina nýggja avtalu, sum gongur ímóti skaðiliga iranska atburðinum, sum USA tekur til.

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, eftir at Týskland og Frakland siga seg stúra fyri, at amerikansku tiltøkini móti Iran fara at kosta arbeiðspláss í Evropa.

Pompeo sigur, at nýggja avtalan skal ikki bara fata um kjarnorkuna, men eisini rakettir. 

ES-londini gjørdu í 2015 saman við USA, Kina og Russlandi avtalu við Iran um kjarnorkuna, men nú hevur Donald Trump, forseti, boðað frá, at hann tekur USA úr avtaluni.

Harafturat hevur USA sett fleiri tiltøk í verk móti USA. 

At USA nú gongur egnar leiðir í hesum málinum, hevur fingið ilt í ES-leiðararnar. 

ES heldur, at avtalan, sum varð gjørd í 2015, tryggjar, at USA ikki mennir kjarnorkuvápn, og tí eigur hon framvegis at vera í gildi. 

USA ætlar eisini at revsa evropeiskar fyritøkur, sum handla við Iran, og tað kann fara at kosta evropeisk arbeiðspláss, siga Frakland og Týskland.  

Franski uttanríkisráðharrin hevur sagt, at tað kann ikki góðtakast, at evropeisk lond skulu gjalda fyri, at USA tekur seg burtur úr avtaluni við Iran, tá USA var við til at gera avtaluna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365