- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg fór á Glasir, tí at mamma segði, at eg skuldi
Tey flestu søkja inná miðnám, men hvat við teimum sum ikki sleppa inn?
Fyri at koma inná gymnasialt miðnám, sum er hug-, náttúru-, búðskapar- og fyrireikingarbreyt, krevur tað eitt ávíst miðaltal í fólkaskúlapróvnum. Um tú ikki hevur tað, so merkir tað, at tú ikki sleppur inn.
Harafturímóti, skalt tú 'bara' standa fólkaskúlan fyri at hava ein møguleika at sleppa inná vinnurættað miðnám. Ynskir tú at sleppa inn á gymnasialt miðnám, so bjóðar Glasir tær eitt tilboð sum kallast MF (miðnám fyrireiking), sum er eitt ár, har tú fyrireikar teg til miðnám, og gevur tær møguleikan at betra tíni próvtøl. Um tað bert er ein lærugrein, ið skal betrast, so er kvøldskúlin eisini ein møguleiki.
Skúlin er ikki alt
Miss ikki mótið, um tú ikki sleppur inná miðnám í ár. Tað eru nógv ið missa mótið, og peika á seg sjálvan, og hugsa, "hvat feilar mær!". Tað sigur 19 ára gamli Jónas Andorsson, sum heldur at miðnám ikki er alt. Tað er eingin orsøk at skunda sær at fara á miðnám, tí hini fara.
Hoyr Jónas greiða frá, hvussu fólkaskúlin leggur trýst á ein.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |