3 skemtibrúkarar, tú burdi fylgt

3 skemtibrúkarar, tú burdi fylgt
Á sosialu miðlunum er ein kollvelting innanfyri føroyskt skemt.
16.05.2018 - 18:09

Á sosialu miðlunum er ein kollvelting innanfyri føroyskt skemt.

 

Millum annað eru fleiri meme-síður á instagram, sum hava yvir túsund fylgjarar. Teir kendastu eru nokk gullkorn2, foroyskgaymemes og svakliga.

 

Men her eru tríggir brúkarar, sum tit kanska ikki hava hoyrt um, sum tit burdu fylgt.

 

listamadur420

Memesíða

 

Instagram brúkarin, listamadur420, lýsir seg sjálvan sum “ikki stuttligt, óstrukturerað og irrelevant”, sjálv útnevndi “best shit poster EU”.

 

Brúkarin er akkurát tað, shitposting. Memes uttan tema ella djypri meining annað enn sjokk. Tí einki er off-limits fyri listamadur420. Hann ger gjøldur burturúr øllum frá parkinson og krabbamein til útsjónd.

 

 

 

A post shared by @listamadur420 on

 

 

Umframt tað, so er tað eisini staðið at fáa eitt portrett málað.

 

 

A post shared by @listamadur420 on

 

Heiltstutt

Sketch

 

Heiltstutt eru heilt stuttir skemtifilmar, skeg ha? Teir hava bæði ein facebook brúkara og ein instagram brúkara.

 

 

A post shared by Heilt Stutt (@heiltstutt) on

 

Tað er bestemt ikki klókur humor. Sum oftast kanst tú gita, hvat punchline verður frá byrjan av, um altso hon ikki er okkurt heilt random (XD). Men um mann ikki flennir eftir joke’ini, so flennir mann eftir, hvussu pillbýttur teir eru, og tað vita teir væl sjálvir.

 

Bamsesovs

Vloggari / sketches

 

Snapchat brúkarin ger ikki bara sketches, hann vloggar eisini. Vloggarnir eru altíð glaðir og positivir. Inntil Liverpool tapa…

 

Hansara sketches eru stuttar og snúgva seg um kærleika, at blíva noktaður av hinum kyninum og tað at ikki føla seg góðan nokk.

 

 

Uppá ein máta kunnu hansara sketches síggast sum ein kritikkur av tí postmodernaða samfelagnum, vit búgva í, ella bara sum óskyldigt skemt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.