HPV-koppingarevni virkar og er ikki vandamikið

HPV-koppingarevni virkar og er ikki vandamikið
Granskarar hava gjøgnumgingið 26 verkætlanir um HPV koppingarevnið og hava ikki funnið nakað samband millum evnið og vandan við serligum hjáárinum
HPV-koppingarevnið virkar sum tað skal, sigur nýggj gransking
 
19.05.2018 - 14:24

Ein umfatandi kanning av fleiri en 73.000 kvinnum vísir, at HPV-koppingarevnið virkar sum tað skal og ikki hevur samband við álvarson hjáárin, sum annars hevur verið ført fram. Umfatandi kanningin er ein sokallað Cochrane-review, har granskarar savna data frá 26 ymiskum kanningum um hvussu koppingarevnið virkar og hvørji hjáárin tað kann hava.

Við hesi kanning halda granskararnir, at nú kann staðfestast, eina ferð med alla, at eingin orsøk er at óttast fyri koppingarevninum. -Vit stúra meira fyri órøttu ákærunum um hjáarini av koppsetingarevnunum, siga granskararnir á Unit of Cancer Epidemiology, Belgian Cancer Centre, Sciensano, í einum tíðindaskrivi.

Sera góð pógv eru fyri, at HPV-koppingarevni verjir móti byrjanini til lívmóðurhálskrabba hjá tannáringagentum og kvinnum, sum eru koppsettar í aldrinum 15 til 26 ár. Henda niðurstøða er eisini í tráð við tilmælini frá donskum mynduleikum og fleiri sjúklingafelagsskapum.

Les meira um kanningina á videnskab.dk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572