Toppfundurin avlýstur

Toppfundurin avlýstur
Norðurkorea sigur seg harmast um, at toppfundurin sum skuldi vera ímillum Kim Jong-un og Donald Trump, forseta, varð avlýstur. 
 
25.05.2018 - 08:22

Tað var Donald Trump, sum í gjár avlýsti fundin, sum eftir ætlan skuldi vera í Jakarta 12. juni.

Donald Truymp segði, at ymiskt sum Kim Jong-un hevur sagt seinastu tíðina, var orsøkin til at fundurin varð avlýstur.

Norðurkorea sigur seg framvegis hava vónir um, at ein toppfundur verður fyri at fáa frið í lag við USA.

Norðurkorea fer at gera alt sum er møguligt fyri at toppfundurin kann haldast, og Kim Jong-un er til reiðar til eina og hvørja tíð at hitta Donald Trump, stendur í boðunum úr Pyongyang.

Trump gjørdi vart við, at hann fór at avlýsa fundin í Jakarta á Twitter, har hann eisini legði eitt avrit av brævinum, sum hann hevði sent til Norðurkorea:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815