Fyrireika toppfundin

Fyrireika toppfundin
Amerikansk embætisfólk fóru í gjár til Norðurkorea at tosa um toppfundin ímillum Donald Trump, forseta og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un
 
28.05.2018 - 08:43

Tað boðar amerikanski forsetin frá.

Okkara lið er komið til Norðurkorea, har tey skulu fyrireika toppfundin. 

Eg ivist onga løtu í, at Norðurkorea verður ein týðandi tjóð ein dag, og tað er norðurkoreanski leiðarin samdur við mær í, skrivar Donald Trump.

Washington Post skrivar, at forsetin hevur innkallað Sung Kim at standa fyri fyrireikingunum. Hann var sendiharri í Suðurkorea og hevur verið við á slíkum fundum fyri eini 10 árum síðani. Hann hevur fleiri týðandi embætisfólk við sær í Norðurkorea, skrivar blaðið.

Óvissa hevur valdað um ætlaða toppfundin ímillum teir báðar leiðararnar, og hósdagin avlýsti Trump fundin. Longu fríggjadagin broytti hann støðu og segði, at USA hevði góðar fundir við Norðurkorea um kortini at hava fundin.

Í gjáranáttina boðaði Trump so frá, at tað gekst væl at fyrireika fundin, sum helst verður í Singapore tann 12. juni.

Leygardagin hittust Kim Jong-un og suðurkoreanski forsetin á markinum ímillum londini, har teir tosaðu um toppfundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065