USA dubbar í Norðuratlantshavi

USA dubbar í Norðuratlantshavi
USA hevur sett sær fyri at dubba aftur í Norðuratlantshavinum, har millum annað annar flotin verður skipaður av nýggjum
 
28.05.2018 - 08:56

USA hevur sett sær fyri at dubba aftur í Norðuratlantshavinum. Tað hendir við at annar flotin, sum hann varð nevndur, verður skipaður av nýggjum, samstundis við at herflotin fær ábyrgdina av økinum í Norðuratlantshavinum.

Annar flotin, sum hann varð nevndur, varð niðurlagdur í 2011, tí mett var ikki, at nøkur hóttan var í Norðuratlantshavinum. Men nú er støðan broytt, og tí er neyðugt at skipa flotan av nýggjum, serliga tí bæði Russland og Kina gerast sjónligari í Norðuratlantshavinum, stendur í einum boðum frá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon.

Tað er ikki endaliga greitt, hvørji skip skulu vera í flotanum, men skipini skulu fyrst og fremst taka sær av neyðuga virkseminum á eysturstrondini av USA og í Norðuratlantshavinum, stendur í boðunum.

Tað verður tikið sum tekin um, at USA nú fer at broyta hernaðarliga virksemið, sum seinastu 20 árini hevur verið eitt stríð ímóti yvirgangi, til at verja seg og síni áhugamál ímóti russiska og kinesiska virkseminumkring heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053