Bakkafrost selur partabrøv

Bakkafrost selur partabrøv
Stjórin í samtakinum Bakkafrosti, Regin Jacobsen, eigur nú næstan hálva fimtu millión partabrøv í Bakkafrosti.
 
31.05.2018 - 11:05

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, keypti 22 partabrøv mánadagin, tá P/f Bakkafrost aftur seldi starvsfólki partabrøv.

Regin Jacobsen eigur nú fýra milliónir og 494.946 partabrøv í Bakkafrosti.

Gunnar Nielsen, fíggjarstjóri, keypti 18 partabrøv og eigur nú 1450, sigur Bakkafrost í fráboðan til keypsskálan í Oslo.

Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, keypti 19 partabrøv og eigur nú 172.862 partabrøv, og Annika Frederiksberg, nevndarlimur og søluleiðari, keypti sjey partabrøv og eigur nú 15.469 partabrøv í Bakkafrosti.

Harafturat keyptu onnur starvsfólk 715 partabrøv.

Partabrøvini vórðu seld fyri 339,82 krónur stykkið, sum var prísurin fyri partabrævið í Bakkafrosti, tá keypsskálin í Oslo stongdi mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302