Kim Jong-un til USA

Kim Jong-un til USA
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at gongur toppfundurin við norðurkoreiska leiðaran, Kim Jong-un, væl, fer hann at bjóða honum til USA
 
08.06.2018 - 11:12

Amerikanski forsetin tosaði um komandi fundin á tíðindafundi í gjár saman við við japanska forsætisráðharranum, Shinzo Abe.

- Eg vóni at fáa viðurskiftini í rættlag, segði Donald Trump og lovaði at bjóða Kim til USA, um fundurin í Singpore í næstu viku eydnast væl.

Forsetin vissaði um, at alt er tilreiðar til fundin.

- Eg haldi ikki, at eg havi brúk fyri at fyrireika meg. Tað snýr seg um støðufesti. Tað snýr seg um at fáa nakað á skaftið. Men eg haldi, vit hava verið fyrireikað til hendan fundin leingi, segði Trump.

Forsetin er tilreiðar at verða í Singapore í fleiri dagar fyri at tosa við Kim Jong-un.

- Ein, tveir, tríggjar. Alt eftir hvat hendir, segði Trump, tá hann varð spurdur, hvussu nógvar dagar, talan kann verða um.

Samstundis endurtók forsetin, at hann eisini er tilreiðar at fara av fundinum, um hann ikki gongur, sum hann vónar.

Fyri bara fáum vikum síðani avlýsti Trump ætlaða fundin í persónligum brævi til Kim Jong-un. Har skrivaði hann, at Kim hevur víst, at hann hevur ringt sinnalag, og tí er tað óhóskandi at hitta hann.

Men stutt eftir hálsaði Trump um, og síðani kom ein norðurkoreiskur herleiðari á vitjan í USA, og við sær hevði hann persónligt bræv frá Kim til Trump.

Brævið var inniligt og gott, segði Trump á tíðindafundinum saman við Abe.

Toppfundurin millum Trump og Kim var eitt av høvuðsevnunum á fundinum millum Trump og Abe í gjár. Handil stóð eisini á dagsskránni.

Áðrenn hann fór úr Japan, segði Abe, at hann vónaði at fáa semju við Trump um, hvussu USA og Japan saman skulu nærkast Norðurkorea. Stjórnin í Japan hevur fleiri ferðir ávarað USA ímóti at slaka ov nógv fyri stýrinum í Norðurkorea.

Abe vónar, at Trump fer at fyrihalda Kim støðuna hjá japanskum borgarum, sum Norðurkorea í 1970unum og 80unum burturflutti. Abe er tilreiðar at hava beinleiðis samrøður við NorðurKorea, um tað bøtir um møguleikarnar at loysa málið um burturfluttu fólkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117