Kórkonsert í Kirkjubømúrinum

10.06.2018 - 13:44
ListTónleikur
Kórkonsert í Kirkjubømúrinum
Forkunnug kórkonsert við orkesturfylgispæli verður í Kirkjubømúrinum í Kirkjubø klokkan 17
Mynd: Erik Christensen // Wikipedia  

Tað verða bæði kór í Suðurstreymi við egnari skrá, men eisini felagskór við klassiskum kórperlum við instrumentalum fylgispæli.

Ólavur Hátún er stigtakari og ein av kórleiðarunum. Ólavur vitjaði Góðan Morgun Føroyar fyrr í vikuni.

Hoyr Ólavur greiða frá tí, sum verður at hoyra á serliga kórkonsertini í dag í brotinum omanfyri.

Endamálið við dagsins kórkonsert er at varpa ljós á og byrta undir kjak um Kirkjubømúrin, og hvat hann skal brúkast til. Ólavur Hátún heldur, at hann skal innilokast og verða mentanarhús.

Kórleiðarar á kórkonsertini eru Ólavur Hátún, Ólavur Jøkladal, Leif Hansen og Jóhannes Andeasen. 

Konsertin við millum annað Tarira, Sólarmagn og Havnarkórinum verður í Kirkjubømúrinum í dag klokkan 17.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444