Steingja moskur í Eysturríki

Steingja moskur í Eysturríki
Fríggjadagin gjørdi stjórnin í Eysturríki av at steingja fleiri moskur í landinum. Harafturat er ætlanin at burturvísa fleiri imamar
Forsætisráðharrin í Eysturríki, Sebastian Kurz.
 
10.06.2018 - 16:28

Tað skrivar AP-tíðindastovan. 

Eysturríki forsætisráðharrin, Sebastian Kurz úr konservativa fólkaflokkinum, ØVP,  hevur síðani valið í fjør lovað at føra strangari politikk viðvíkjandi tilflytarum. 

Millum annað hevur stjórnin lagt fram ætlanir um at minka um stuðulin til lívs-uppihald, so at flóttafólk bert kunnu fáa 563 evrur um mánaðin, ið eru góðar 4.200 krónur. Tilflytarar kunnu tó fáa hægri útgjald við at standa eina málroynd í týskum. Tá verður útgjaldið 6.400 krónur, ið svarar til minstu upphædd, sum aðrir borgarar í landinum fáa í dag.

Nú boðar stjórnin frá, at ætlanin eisini er at steingja í alt sjey moskur. Hetta kemst av, at stjórnin í 2015 samtykti at forbjóða átrúnaðarligum felagsskapum at móttaka stuðul frá útlandinum. 

Innanríkisráðharrin í Eysturríki, Herbert Kickl, sigur, at uppihaldsloyvir hjá umleið 40 imamum verða í løtuni viðgjørd, tí hesir móttaka stuðul frá AITB, sum er ein felagsskapur, ið varðar av turkiskum moskum í Eysturríki. Í tveimum førum eru uppihaldsloyvi longu ógildað.

- Politiskt islam og víðgongd rák hoyra ikki heima í Eysturríki, segði Kurz við AP-tíðindastovuna.

Forsetin í Turkalandi, Recep Erdogan, finst hvassliga at ætlanunum.

- Hetta er ein beinleiðis endurspegling av islamofobiska, rasistiska og diskreminerandi rákinum í Eysturíki. 

Talsmaðurin hjá turkiska forsetanum sigur á Twitter, at fleiri av ætlanunum eru í beinleiðis stríð við altjóða reglur um integratión og minnilutarættindi. 

Sum nógv onnur lond, tók Eysturríki eisini væl ímóti flóttafólkum, tá flóttafólkakreppan var í hæddini í 2015. Men hugalagið vendi brádliga, eftir at 150.000 flóttafólk søktu um friðskjól. Tað svarar til meira enn 1 % av fólkatalinum í Eysturríki.

Sambært eygleiðarum undir parlamentvalinum, sum var hildið tvey ár seinni, hevur integreringin ikki gingið væl, og valstríðið snúði seg í stóran mun um, hvussu kreppan varð handfarin, og at talið av muslimum í landinum var vaksið. 

Úrslitið var, at høgri-vongurin vann valið.

Síðani tá hava konservativi fólkaflokkurin, ØVP, og høgra-nationalistiski Frælsisflokkurin, FPØ, stýrt landinum við ætlanum um at herða tilflytara-politikkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844