Ongin avgerð um Hoydalar

Ongin avgerð um Hoydalar
Landsstýriskvinnan hevur framvegis ikki tikið støðu til, hvat bygningarnir í Hoydølum skulu brúkast til, tá skúlin flytir út á Glasir.
 
15.06.2018 - 13:29

Enn er ikki greitt, hvat skal vera í Hoydølum, tá skúlin flytur út á Glasir.

Tað kemur fram í svari frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, til Annitu á Fríðriksmørk, tingkvinnu.

Mentamálaráðið søkti í fjør eftir uppskotum til, hvat Hoydalar skuldi brúkast til, tá alt virksemið har er flutt í nýggja bygningin hjá Glasi. Freistin var 1. august 2017, og 54 uppskot komu. 

Men enn er onki hent í málinum, men landsstýriskvinnan sigur í svarinum, at hon væntar, at endalig niðurstøða verður tikin um heilt stutta tíð. Helst áðrenn summarfrítíðina.

Landsstýriskvinnan væntar, at valt millum uppskotini, sum eru komin inn í hugskotskappingini, tá støða skal takast til, hvat bygnignarnir í Hoydølum skulu brúkast til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286