Dómar í øksamálinum

Dómar í øksamálinum
Ein 22 ára gamal maður skal "anbringes" í sálarliga viðgerð á stovni í óasetta tíð, meðan ein 24 ára gamal maður skal sita í fýra ár.
 
15.06.2018 - 23:37

Tað gjørdist ein drúgvur dagur hjá teimum 12 nevningunum, sum seinastu dagarnar hava sitið í Føroya rætti og lurtað eftir dómsviðgerðini í sonevnda øksamálinum, sum hendi á krossinum, Landavegur/Íslandsvegur tann 6. mai í fjør.

Ikki fyrr enn klokkan 11 í kvøld fullu dómar í málinum.

Tann yngri maðurin, Birgir Mohr Joensen, sum hevði øksina, tá hendingin fór fram, er dømdur í "anbringelse" á einum stovni fyri sálarsjúk í óasetta tíð. Tað var eftir ynski frá manninum sjálvum, og tað nevndi dómarin eisini, tá hann kunngjørdi dómin.

Og hann verður á stovninum so leingi, sum tað er neyðugt. 22 ára gamli maðurin tók við dóminum.

Hin maðurin, Jóhan Pauli Joensen, sum er 24 ára gamal, skal sita í fongsli í fýra ár. Tað var nakað meir, enn verjin hjá honum mælti til. Hann mælti til ein dóm, sum var millum tvey og tvey og eitt hálvt ár.

Verjin og tann dømdi bóðu um tíð til at umhugsa dómin, og tað hava teir 14 dagar til, upplýsti dómari.

Bæði teir ákærdu og verjarnir fegnaðust um, at teir ikki vórðu dømdir fyri drápsroynd, sum ákærin annars kravdi.

Dagurin í dag var drúgvur í rættinum. Rættarfundurin byrjaði kl. 9 í morgun, tá rættarformaðurin kunnaði nevningarnar um teirra leiklut á seinasta degnum av rættarfundinum, tí nevningarnir skuldu fyrst taka støðu til, um menninir vóru sekir ella ikki.

Nevningarnir fóru undir viðgerðina kl. 10.30 fyrrapartin, og ikki fyrr enn kl. 19 var rættarfundurin tikin upp aftur, tí tá vóru nevningarnir komnir til eina niðurstøðu.

So skuldi revsingin ásetast, og tað skuldu nevningarnir gera saman við dómaranum.

Fyrst fingu ákærin og verjarnir høvi til at siga rættinum, hvat tey hildu vera eina hóskandi revsing, og so fóru nevningarnir aftur saman at tosa um revsingina.

Og beint fyri kl. 23 í kvøld var semja um revsingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968