Tilflytarapolitikkurin fyri hvøssum atfinningum

Tilflytarapolitikkurin fyri hvøssum atfinningum
Tað verður funnist harðliga at tilflytarapolitikkinum í USA, sum hevur við sær, at børn verða tikin frá foreldrum teirra við markið til Meksiko
19.06.2018 - 17:36

Donald Trump, forseti skuldi í dag hitta republikanskar lóggevarar, nú hvassar atfinningar eru um hansara tilflytarapolitikk, sum hevur við sær, at hópatal av børnum eru tikin frá sínum foreldrum við markið til Meksiko.

Video- og ljóðupptøkur eru eisini komnar undan kavi, har marknavørðir royna at sissa grátandi børnum, hvørs foreldur eru flutt í fongsul. Hesar upptøkurnar elva nú til ramaskríggj um tilflytarapolitikkin hjá USA innan- sum uttanlands.

Omanfyri ber til at hoyra ljóðupptøkurnar av grátandi børnunum við markið. 

BBC sigur, at upptøkurnar eru gjørdar av amerikansku myndugleikunum. Reuters hevur eisini aðrar upptøkur, men sigur seg ikki hava fingið sjálvstøðuga váttað, hvaðani tær eru.

Ómenniskjaslig tilgongd

Á Capitol Hill siga demokratarnir, at hendan mannagongdin er ómenniskjalig, og Reuters skrivar, at tekin eru um, at eisini republikanararnir hava hug at gera lógarbroytingar, sum bremsa, um ikki heilt steðga, at børn og foreldur verða skild sundur.  

Í apríl mánað kunngjørdi amerikanski løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, eina sokallaða "null-hugsjón", har øll, sum verða tikin fyri ólógliga at ætla sær inn í landið, skulu ákærast fyri brot á revsilógina. 

Tað er hetta, sum hevur við sær, at børnini verða tikin frá foreldrunum, sum verða sett í fongsul, til tey skula fyri rættin. Børnini verða sett í annað varðhald undir verju av eini undirdeild hjá Heilsu- og almannatænastuni.

Kongressin má fáa skil á 

Í Hvítu Húsunum spurdi ein journalistur Kirstjen Nielsen, sum er ráðharri fyri nationalari trygd, um hon hevur sæð og hoyrt hesar upptøkurnar, og um hetta er ein mynd, sum hon vil hava sitandi á USA.

- Myndin, sum eg vil hava av okkara landi, er ein mynd av eini tilflytaraskipan, sum tryggjar okkara landamørk og stendur við okkara humaniteru hugsjón. Kongressin má fáa skil á hetta, segði Kirstjen Nielsen, ráðharri.

Demokratarnir eru trupulleikin

Donald Trump, forseti skrivar á twitter í dag, at USA altíð eigur at handtaka fólk, sum koma til landið ólógliga.

- Tað eru Demokratarnir, sum eru trupulleikin. Teir leggja einki í brotsverk og vilja hava ólógliga tilflyting. Og uttan mun til, hvussu illavorðin tey eru, vilja teir oysa tey inn í okkara land at blíva eina plágu. Demokratarnir kunnu ikki vinna við teirra ræðuliga politikki, so teir halda tilflytarar vera møguligar veljarar", skrivar Donald Trump, forseti.

Lógarbroyting ávegis

Reuters skrivar, at republikanski senatorurin Ted Cruz fer at koma við lógaruppskoti hesa vikuna, sum skal steðga, at børn og foreldur verða skild sundur.

Uppskotið sigur, at fyribils herberg skulu byggjast, har tilflytarafamiljur kunnu halda til saman, og at talið á immigratiónsdómarum skal tvífaldast, so skundast kann undir viðgerðina av umsóknum um friðskjól.

Tilflytingin til USA er nú á sama stigi, sum undir undanfarna forseta, Barack Obama. 

Næstan 52.000 fólk, sum ólógliga royndu at koma um landamarkið úr Meksiko, vórðu tikin í mai mánaði, sambært almennum hagtølum úr USA, skrivar Reuters.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482