Bilur rent á býarbuss á Vegnum Langa

Bilur rent á býarbuss á Vegnum Langa
Fyri løtu síðani rendi ein persónbilur á ein býarbuss á Vegnum Langa í Hoyvík. Bussurin endaði í bønum, men er fingin á vegin aftur
Býarbussurin fór av vegnum og í bøin. Bussurin er tó fingin á vegin aftur nú.
Mynd: Portal.fo // Dagur.fo  
 
25.06.2018 - 16:43

Stutt eftir klokkan fýra seinnapartin hendi eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík.

Ein persónbilur kom av einhvørjari orsøk yvir í skeivu síðu á vegnum og rendi saman við ein býarbuss.

Løgreglan mælir fólki frá at koyra eftir Vegnum langa, tí ein bilur stendur á vegnum og tarnar ferðsluni. 

Sjúkrabilur er á staðnum, og fólk frá løgregluni royna at leiða ferðsluna. 

Førarin, sum var einsamællur í persónbilinum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Men sum skilst á vakthavandi á politistøðini fekk førarin ikki stóran skaða.

10 fólk vóru í býarbussinum, og tey sluppu uttan snuddir.

Fleiri myndir eru á Portal.fo og kunnu síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425