Vilja skipa móttøkustøðir til flóttafólk

Vilja skipa móttøkustøðir til flóttafólk
Norska stjórnin tekur undir við uppskotinum hjá ES um at skipa móttøkustøðir fyri flóttafólk og migrantar í Afrika.
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sigur, at tað er týdningarmikið, at londini í Evropa hava ein felags politikk fyri flóttafólk
 
26.06.2018 - 09:48

Uppskotið varð reist á kreppufundi í Bruxelles sunnudagin.

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sigur, at tað hevur týdning, at Evropa hevur ein felags politikk fyri flóttafólk og migrantar.

Á kreppufundinum vóru nógvir møguleikar umrøddir, men tann, sum størst semja tykist vera um, er at skipa móttøkustøðir í Norðurafrika.

- Eg haldi, at Noreg eigur at vera við um viðurskiftini eru nøktandi, sigur norski forsætisráðharrin.

Á fundinum sunnudagin kravdi Italia grundleggjandi broytingar í politikkinum hjá ES, tá talan er um flóttafólk og migrantar.

Nógv fólk koma um Miðjarðarhavið til Italia, men tey fara ikki víðari, og tí krevur Italia eina aðra skipan.

Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, sigur, at Italia fer at kanna sonevndu Dublin-avtaluna gjølla. Eftir tí avtaluni skulu flóttafólk og migrantar søkja um uppihaldsloyvi í tí landinum, sum tey fyrst koma til. Tað sigur Italia seg ikki vilja góðtaka longur, og landið krevur, at onnur ES lond eisini taka ábyrgd av fremmandu fólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083