Dømdir húsavarðhald fyri at hava fleiri konur

Dømdir húsavarðhald fyri at hava fleiri konur
Tveir menn í British Columbia í Kanada eru dømdir húsavarðhald, eftir at teir hava gift seg við fleiri kvinnum.
James Oler og Winston Blackmore vórðu dømdir at sita í húsavarðhald ávikavist tríggjar og seks mánaðar.
Mynd: AsiaOne  
 
27.06.2018 - 08:45

Hetta eru fyrstu fleir-giftudómar í Kanada í meira enn 100 ár.

Annar av monnunum er dømdur at sita seks mánaðir í húsavarðhaldi og hin í tríggjar mánaðir, sigur CBC-News.

Annar maðurin hevur gift seg við 24 kvinnum millum 1990 og 2014 sambært rættarskjølum. Kanadiskir fjølmiðlar siga, at hann er pápi at í minsta lagi 146 børnum.

Verjin hjá manninum sigur, at dómurin varð strangari, enn hann hevði roknað við, men ikki órímiligur. Hann sigur, at maðurin hevur verið í ringari støðu at skula velja millum at fara frá familju síni ella at halda fram við at bróta lógina.

Hin maðurin, sum skal sita tríggjar mánaðir í húsavarðhaldi, giftist fimm kvinnum millum 1993 og 2009.

Revsingin hjá monnunum fyri polygami fevnir eisini um 12 mánaðar treytaðan dóm. 

Báðir eru fyrrverandi leiðarar í trúarfelagsskapinum, The Fundamentalist Church of Jesus Christ of Latter-day Saints, sum er sprottin úr Mormonkirkjuni í stóra átrúnaðarliga samfelagnum Bountiful í landssynnings Kolumbia.

Sambært kanadiskari lóg er revsingin fyri at gifta seg við fleiri er fimm ára fongsul. Báðir menninir noktaðu seg sekan í rættinum, har annar av monnunum segði, at polygami-lógin ger seg inn á trúarfrælsið.

Hóast fleiri skuldsetingar eru um kynslig brotsverk í Bountiful, har umleið 1.500 fólk búgva, hava myndugleikarnir higartil ikki skuldsett nakran - vísandi til lógina um trúarfrælsi.

Mormonkirkjan, sum The Fundamentalist Church of Jesus Christ of Latter-day Saints er sprottin úr, bannaði fleirgiftu longu í 1890.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744