Hjálpartól betra um lívsgóðskuna

Hjálpartól betra um lívsgóðskuna
Fyri fyrstu ferð hevur mann kannað, hvønn týdning hjálpartól hava fyri eldri føroyingar.
 
01.07.2018 - 12:15

 Baðikrakkar, grípitengur, sokkaílatarar og rollatorar.

Hetta eru dømi upp á hjálpartól, sum hava stóran týdning í gerandisdegnum hjá teimum eldru í Føroyum.

Hesi sonevndu einføldu hjálpartólini kunnu gera tað gjørligt hjá eldri menniskjum at gera gerandisaktivitetir, tá kropsligu førleikarnir versna. Og tað hevur stóran týdning fyri tey eldru.

Tað er høvuðsniðurstøðan í eini stórari kanning, sum Turið Jacobsen, ergoterapeutur, hevur gjørt saman við Ergoterapeutfelagnum.

Í kanningini bleiv hugt eftir, hvussu fólk eldri enn 67 ár, sum búgva í egnum heimi, upplivdu, at “einføld” hjálpartól, t.d. baðikrakkar, grípitengur, sokkaílatarir og rollatorar gjørdu tað lættari ella gjørligt at gera ymiskt í gerandisdegnum, sum hevði týdning fyri tey, til dømis at vaska sær, halda hús og keypa inn.

Nógv gransking er gjørd í altjóða høpi um hjálpartólaveiting til eldri menniskju. Afturvendandi úrslitini eru, at tað hevur stóran týdning at taka støði í áskoðanini hjá borgaranum.

Hetta er fyrstu ferð at hjálpartólveiting er kannað í Føroyum út frá áskoðanini hjá eldri hjálpartólabrúkarum.

Til ber at lesa meira um kanningina á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/hjalpartol-gera-mun/

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634