- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm bøkur til summarfrítíðina
Skrivað hevur: Rannvá Dahl Hanusson
Tann fimti maðurin
Ein góð krimibók frá Jógvan Isaksen er altíð eitt gott val. Flogvanlukkun í 1970 í Mykinesi er brúkt sum íblástur til bókina. William Hammer skal saman við starvsfeløgunum, Gunnleyg og Dejan, finna ein skotskan veðurfrøðing, sum hvarv eftir flogvanlukkuna...
Harðveðurs hæddir
Ein longri bók, men ein ordiligur klassikari. Bókin er um eitt ólukkuligt tríkantsdrama og hevnd, sum gongur útyvir fleiri ættarlið. Upprunaliga eitur bókin Wuthering Heights og bleiv útgivin í 1847. Rithøvundurin er Emily Bronte.
Paper Towns
John Green er mest kendur fyri The fault in our stars, men Paper Towns er minst líka góð.
Quentin Jacobsen hevur altíð verið smá forelskaður í grannanum Margo Roth Spiegelman. Ein dagin hvørvur Margo, men hon hevur lagt clue eftir sær, og hann setur seg fyri at finna hana.
Tað besta við bókini er ikki sjálvt málið at finna Margo, men ferðin og ævintýrið hjá Quentin. Hann mennist og fær nýggjar vinir, og sum lesari upplivir mann nógvar stuttligar, men eisini djúpar støður, sum mann ikki væntar.
Nineteen Eighty-Four
Winston býr í 1984 í Onglandi, har alt er stýrt undir strangum eftirliti. Big Brother stýrir og sær alt, sum menniskjuni gera heima við hús, á gøtuni, til arbeiðis. Allastaðni.
Ongin sleppur at hugsa sjálvstøðug, og tey verða nærmast maskinur. Um tey hugsa sjálv og kreativt, kemur Thought Police eftir teimum, og eingin sær tey aftur...
George Orwell hevur skrivað bókina. Hann er serliga kendur fyri sína bók Animal Farm.
The Kite Runner
Ein hjartaskerandi søga um, hvussu eitt vinalag millum ríka dreingin, Amir, og Hassan, sonurin hjá einum av tænarunum, hevur ávirkað lívið hjá Amir
Dreingirnir búgva í Kabul, Afghanistan, sum er í upploysn av kríggi og terror. Søgan er m.a. um prísin av at svíkja, kærleika og tabu um misbrúk. Khaled Hosseini hevur skrivað bókina.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |