Ljós- og trygdarskipanir fyri 150 milliónir krónur

Ljós- og trygdarskipanir fyri 150 milliónir krónur
Í Eysturoyar- og sandoyartunlum verða myndir støðugt tiknar av koyribreytini, so einki liggur, ið kann tarna ferðsluni.
Mynd: savnsmynd  
 
08.07.2018 - 15:17

Partafelagið Eysturoyar- og sandoyartunlar hevur tikið av einum tilboði um el-arbeiðið, ið skal gerast í báðum undirsjóvartunnlunum.

Tað er norska felagið Roxel, sum saman við El-Service á Skála skal gera arbeiðið fyri 150 milliónir krónur. Tvey tilboð komu inn, og munurin teirra millum var tíggju milliónir krónur.

Ljós skal leggjast í tunlarnar, og har aftrat umfatar arbeiðið tær trygdarskipanir, ið krevjast.

Ljósið gerst sterkari og veikari

Ljósskipanirnar verða gjørdar soleiðis, at ljósið í loftinum lýsir sterkari frammanfyri bilin og viknar aftur aftanfyri - hetta fyri at spara streym.

Haraftrat verða myndir støðugt tiknar av tunnilsbreytini, so um ein bilur missir vøru ella okkurt tílíkt á vegin, dugir myndaskipanin sjálv at boða frá, so tað kann fáast burtur, áðrenn skaði á onnur akfør stendst av óhappinum.

Sáttmáli er eisini undirskrivaður um ta pumpuútgerð, sum tunnlarnir skulu hava. Tvey tilboð komu inn, KJ Hydralik á Kambsdali átti tað lægra, og vil gera arbeiðið fyri tíggju milliónir krónur.

Fyri einum mánað síðani var komið í helvt at bora Eysturoyartunnilin, og herfyri var hátíðarhald í Traðardali á Sandi, har fyrsta skotið var latið av fyri Sandoyartunnlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815