BBC við langari grein um føroyska mentan

BBC við langari grein um føroyska mentan
Á heimasíðuni hjá bretska kringvarpinum, sum ber tíðindi kring heimin, liggur ein nýggj, stór grein, sum snýr seg um føroyska søgu, mentan og mál.
Mynd: Nomi Jemil / BBC.com  
 
12.07.2018 - 10:57

Tað er so at siga vorðin gerandiskostur at lesa ella siggja myndir av føroysku náttúruni, sum er so "ógranskað", at ferðafólk eru noydd at vitja hesar lokkandi, vøkru oyggjar. Leita vit eftir orðinum "Faroe Islands" á Google, so koma alskyns greinar fram við viðmælum til, hvar best er at ganga túrar ella, hvar ferðafólk skulu eta og gista.

Tó finnast eisini longri greinar, ið greiða frá føroyskum siðvenjum, mentan og ikki minst føroyska málinum. Ein teirra liggur í løtuni á forsíðuni á BBC.com. 

Tá danir yvirtóku Føroyar, byrjaði eitt langt stríð um føroyska málið. Hóast mongu donsku royndirnar at kúga føroyska málið, so er tað enn tann dag í dag tað føroyska málið, sum allir føroyingar hava í felag. Hóast mong vilja vera við, at málið í dag ikki er eins vakurt, sum tað eina ferð var, so gera føroyingar alt fyri at varðveita og menna føroyska málið. Soleiðis er tað í øllum førum sambært nýggjastu ferðavinnugreinini á heimasíðuni hjá bretska kringvarpinum.

Nýggjasta greinin setur sjóneykuna á føroysku mentanina og føroyska málið. Í greinini verður greitt frá og hugleitt um, hvussu føroyingar hava varðveitt og ment serstaka málið, tá umstøðurnar annars vildu tað øðrvísi - eitt nú tá trúbótin byrjaði, og føroyskt varð bannað. 

Greinin fortelir søguna um treiskni hjá føroyingunum, sum ikki vildu lata málið doyggja, men hildu áfram at tosa føroyskt sínámillum. 

Í greinini eru bæði myndir, stubbar, ljóðbrot og videobrot av samrøðum við millum annað Jónleif Johannesen, løgtingslim, Jóannes Patursson, bónda í Kirkjubø, og Jóhan Hendrik Winther Poulsen, sum skrivaði føroysku orðabókina.

Tú kanst blaða gjøgnum greinina her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816