- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G!
Skrivað hava: Rannvá Dahl Hanusson og Róar Mørkøre Hansen
Hvat er screwgongan?
Screwgongan er ein skrúðgonga á G! festivalinum, sum byrjar á teltøkinum í Norðugøtu. Síðani verður gingið til festivaløkið í Syðrugøtu. Tað er G! Street Team, sum skipar fyri gonguni.
-Fólk lata seg í festligt “dikkedar” til gonguna, og ársins camp á G! økinum verður kosin. Á skrúðgonguni koyrir ein lastbilur fremst við livandi tónleiki, sigur Eliana.
Hvat er endamálið screwgonguni?
Eliana sigur, at høvuðsendamálið við skrúðgonguni er at samla øll á teltøkinum til eina hugnaliga løtu, og samstundis at fáa fólk yvir á festivaløkið. Tað er eisini týdningarmikið at kunna hava tað stuttligt ímeðan. Syngja, dansa og práta við onnur.
Hvussu eydnaðist í ár?
-Screwgongan í ár var ordiliga góð og eg haldi, at hon var nógv betri enn fyrrverandi árini á G! festivalinum. Sjálvt fólk, sum ikki búgva á tjaldøkinum møttu upp til gonguna fyri at vera við, sigur Eliana.
Fólk vóru øgiliga við uppá scwergonguna í ár. Men tað keðiliga var, at summi høvdu misskilt, nær gongan skuldi byrja og staðið. Av tí sama vóru fleiri, sum ikki náddu at vera við til screwgonguna í ár, heldur Eliana.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |