Kommunan vil framvegis ikki gjalda

Kommunan vil framvegis ikki gjalda
Rokningin fyri arbeiðið, sum Mest gjørdi, tá eldur var í Varðanum Pelagic, er ikki goldin enn.
 
17.07.2018 - 14:19

Hóast kommunan bað hann koma, vil kommunan ikki gjalda fyri hann. Talan er um Samson hjá skipasmiðjuni Mest. Hann var á Tvøroyri, tá eldur var í virkinum hjá Varðanum Pelagic.

Samson var á Tvøroyri 9. og 10.juni. Hann brúkti 35 tímar til arbeiðið, og Mest sendi býráðnum eina rokning, sum er 205.000 krónur.

Men býráðið vil ikki gjalda, hóast býráðið bað um at fáa Samson til Tvøroyrar.

Sambært brævi frá advokatinum hjá Mest, sendi Mest Samson eftir umbøn frá Tvøroyrar kommunu, sum boðaði frá, at hon vildi hava so nógva sløkkihjálp sum til bar at basa eldsbrunanum.

Samson, sum hevur vatnkanón, var við í sløkkingini undir leiðslu av tilbúgvingini á Tvøroyri.

Tvøroyrar kommuna heldur uppá, at eldurin í Varðanum Pelagic var so stórur, at talan var um landstilbúgving. Tí eigur landið at gjalda tær 205.000 krónurnar.

Men landið sigur seg ikki hava heimild at gjalda. Fiskimálaráðið, sum umsitur landstilbúgvingina, bað ikki Samson fara suður, tá eldur var í Varðanum Pelagic.

Mest hevur ikki fingið pengarnar enn.

Tvøroyrar kommuna heldur, at landið eigur at gjalda rokningina - møguliga saman við Mest og tryggingini hjá Varðanum Pelagic.

Mest eigur sum stór privat fyritøka at sýna samfelagsábyrgd við at hjálpa kommunum og landi í slíkum støðum, sum eldurin í Varðanum Pelagic var, og bera kostnaðin, sum hjálpin hevur við sær, heldur Tvøroyrar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262