Grýta festi í

Grýta festi í
Tað var ein grýta á komfýrinum, sum festi í sethúsini í Hovi mánadagin. Húsini fóru illa av eldi.
Mynd: JN.fo  
 
18.07.2018 - 07:39

Politiið var á staðnum í gjár, og úrslitið av kanningunum varð, at maðurin, sum var einsamallur inni, hevði sett eina grýtu á komfýrin og tendrað plátuna.

Grýtan stóð har ov leingi og at enda kom eldur í hana. Húseigarin var einsamallur inni, tá eldurin kyknaði.

Hann boðaði frá um hálvgum fimm tíðina seinnapartin mánadagin. Eigarin slapp út í øllum góðum.

Eldurin var sløktur um átta-tíðina. Tá hevði eldurin gjørt av við alt inni í húsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961