Royndir við vindmyllum í Sisimiut

Royndir við vindmyllum í Sisimiut
Almenna orkufelagið í Grønlandi, Nukissi-orfiit, fer nú at gera royndir við tveimum vindmyllum í Sisimiut, veit gønlendska kringvarpið at siga.
Mynd: Nukissiorfiit  
 
18.07.2018 - 16:19

Endamálið við royndunum er at vita, um vindorka kann brúkast afturat í orkuveitingini til bygdirnar, og hvussu vindmyllur roynast í arktiska veðurlagnum.

Vindmyllurnar verða 25 metrar høgar.

Málið hjá Nukissiorfiit er, at øll orka í Grønlandi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.

Vinmylluroyndin í Sisimiut verður gjørd í samtarvi við útbúgvingarstovnin, KTI í býnum, og verkætlanin skal eisini brúkast í undirvísingini á skúlanum, skrivar KNR. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486