Mál um yvirtíð í Fasta Gerðarrættin

Mál um yvirtíð í Fasta Gerðarrættin
Manningin fekk ikki yvirtíð fyri allar tímarnar, sum arbeitt varð, tá eldur var í Varðanum Pelagic í fjør. Nú fer málið í Fasta Gerðarrætin.
 
19.07.2018 - 12:00

Starvsmannafelagið er farið í Fasta Gerðaarættin við Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, tí manningin á Tjaldrinum ikki fekk yvirtíð fyri allar tímarnar, ið teir arbeiddu, tá eldur var í Varðanum Pelagic í fjør.

Tjaldrið skuldi skifta manning á middegi 9. juni, men um 11 tíðina komu boð um at fara á Tvøroyri, tí eldur var í Varðanum Pelagic. Manningin helt tí fram og var verðandi umborð. Manningin slapp ikki í land aftur fyri enn klokkan 18 leygarkvøldið, tað vil siga 30 tímar eftir, at manningin skuldi verið farin í land.

Manningin fekk bara yvirtíð fyri 15 av teimum tímunum. Tað heldur Starvsmannafelagið er brot á grein 40 í sáttmálanum, at limirnir hjá felagnum umborð á Tjaldrinum ikki fingu yvirtíðarløn svarandi til siglingstíð eftir vanligari vaktarskipan umframt 30%. 

Men Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir til praksis, sum er galdandi eftir øðrum sáttmálum. Til dømis hjá navigatørum og maskinmonnum, har tað stendur, at "... um skipið t.d. kemur inn dagin eftir, meira enn 24 tímar aftaná, at manningarskiftið var ætlað, men tó so tíðliga á degi, at allir sleppa heim, verður bert goldið fyri 12 tíma arbeiðið."

Henda orðing samsvarar við ta praksis, sum hevur verið brúkt á økinum fyri allar manninarbólkar, vísir Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum á.

Hetta er ikki einasta ósemjan, sum er um, hvør skal rinda í samband við eldin 9. juni í fjør. Tí eisini Tvøroyar Kommuna og Fiskimálaráðið kjakast um, hvør skal rinda rokningina fyri, at Samson hjá skipasmiðuni varð biðin um at fara suður at hjálpa til við at sløkkja eldin. Tann rokningin er 205.000 krónur.

Tvøroyrar kommuna vil ikki rinda rokningina, tí kommunan vil vera við, at eldurin í Varðanum Pelagic var so ógvisligur, at hann var á triðja tilbúgvingarstigi, og tá eigur landið at gjalda. Fiskimálaráðið viðger tað málið í løtuni.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vil ikki gera viðmerkingar til málið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377