Fáa ikki bast skógareldinum

Fáa ikki bast skógareldinum
So hvørt sum sløkkiliðsfólkini sløkkja eldarnar, kykna nýggir eldar á støðum, har sløkkiliðsfólkini longu hava verið
Skógareldarnir eru nú so stórir, at teir síggjast úr rúmdini
Mynd: ESA  
 
22.07.2018 - 14:33

Síðani í gjáramorgunin eru 30 nýggir skógareldar kyknaðir í Svøríki. Seinasta uppgerðin hjá SOS Alarm vísir, at í løtuni er talan um eldar á 43 ymiskum støðum. 

Og fleiri staðni í Svøríki er eldurin so stórur, at sløkkiliðsfólk ikki megna at sløkkja eldin. Tey kunnu bert avmarka eldin, soleiðis at hann ikki breiðir seg. 

Millum annað í Gævleborg, norðan fyri Stokkholm, eru nógvir skógareldir, sum sløkkiliðsfólkini ikki hava tamarhald á. 

- Vit standa við ein veg - hesumegin brennur, men tað ger tað ikki hinumegin. Hinumegin er stórur skógur, so vit gera alt fyri, at eldurin ikki sleppur sær yvirum vegin, sigur tilbúgvingarstjórin, Martin Vendelbo, við TV2 í dag. 

Hjálp úr útlondum

Póllandi, Eysturríki, Italia, Danmark, Litava, Týsklandi, Fraklandi og Norra hava sent útgerð og fólk at hjálpa við at sløkkja eldarnar.

Eisini heimaverjan og hermenn eru boðsend at hjálpa til. Harafturat hava fleiri bóndur umbygt landbúnaðar-akførini soleiðis at tey kunnu brúkast at sløkkja við.

Myndina hevur ESA tikið úr rúmdini, - í hesum føri er zoomað inn á Fågelsjö/Lillåsen sunnanfyri Sveg i Härjedalen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493