Sjúka hóttir bananir

Sjúka hóttir bananir
Hevur tú etið banan í dag? Ja, so er at njóta hana, tí nú herjar ein sjúka, sum kann avoyða bananina
 
22.07.2018 - 15:16

Tað eru ymisk sløg av bananum, men tað slagið, sum vit eta mest, eitur Cavendish, og umleið 99 prosent av øllum bananum, sum verða keyptar í eitt nú Danmark eru av tí slagnum, skrivar DR.dk.

Trupulleikin er, at Cavendish-bananir eru í stórum vanda at fáa Panama-sjúkuna, og enn er eingin heiluvágur móti Panama-sjúkuni. 

Tó hava bretar nýliga funnið evnið, sum kann basa sjúkuni. Men evnið fæst bert á Madagaskar, og so er tað eisini torført at skaffa. 

Hótt bananina fyrr

Tað er ikki fyrstu ferð, at Panama-sjúkan hevur avoytt eitt bananslag. Fram til 1950'ini vóru tvey sløg av bananum, sum flestu lond í heiminum innfluttu, men í 50'unum fingu hesi banansløgini Panama-sjúkuna, og meginparturin av øllum bananum í heiminum vóru avoyddar. 

Tó meta serfrøðingar, at støðan nú ikki er so hættislig, tí nógvir pengar eru í banansølu, sostatt verður nógvur peningur brúktur at basa trupulleikanum. 

Millum annað verður nógv orka løgd í at finna evnið móti sjúkuni. Harafturat verður orka eisini løgd í at finna nýggj banansløg, sum kunnu koma í staðin fyri Cavendish-bananurnar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846