Kunnu keypa meira tollfrítt øl og vín

Kunnu keypa meira tollfrítt øl og vín
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur broytt kunngerðina um, hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya.
 
24.07.2018 - 08:47

Nú ber til at hava við sær meira øl og vín í staðin fyri brennivín, tá fólk ferðast til Føroya.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur broytt kunngerðina um, hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya.

Nú kunnu fólk í staðin fyri tað, sum longu er galdandi, hava við sær "tíggju litrar av øli ella cider" ella "2,25 litrar av heitvíni og tveir litrar av øli ella cider" ella "4,5 litrar av borðvíni og tveir litrar av øli ella cider".

Hetta ber til, um fólk ikki hava við sær rúsdrekka, tað er løg, sum er sterkari enn 22 prosent.

Markið millum heitvín og rúsdrekka er 22 % í kunngerðini um tollfríar vørur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026