Prísurin kann ikki lækka nógv meira

Prísurin kann ikki lækka nógv meira
Økta ferðslan hevur við sær, at til ber at lækka prísin á tunnilsgjaldinum. Men prísurin kann ikki lækka nógv meira, sigur stjórin í tunnilsfelagnum
 
24.07.2018 - 17:05

Ferðslan økist støðugt í undirsjóvatunlunum og hevur so við, at tunnilsfelagið hevur ráð at lækka prísin á tunnilsgjaldinum. Tó er tað komið hartil, at prísurin ikki kann lækka nógv meira, sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum.

Fyrsta hálvár í ár koyrdu í miðal 2.354 bilar um dagin gjøgnum Vágatunnilin og 3224 bilar í miðal gjøgnum Norðoyatunnilin. Tað er ein vøkstur upp á gott 120 bilar um dagin í Vágatunnlinum og 225 bilar í Norðoyatunnlinum. Tað vísa hagtøl hjá tunnilsfelagnum.

Tann vøksturin er í tráð við gongdina, sum hevur verið í tunlunum, síðan teir lótu upp. So at siga hvørt ár hevur talan verið um vøkstur í ferðsluni í undirsjóvartunlunum.

Sambært Una Danielsen, stjóra í tunnilsfelagnum, so sæst økingin í ferðsluni fyrst og fremst aftur í privatbilunum, meðan ferðslan av størru akførunum liggur støðug. 

Tunnilsfelagið skrásetir bert akfør, ið koyra úr annaðhvørt Vágum ella Norðoyggjum. Tí kunnu hagtølini ikki staðfesta neyvt, hvussu ferðslan er báðar vegir. Tað eru ábendingar um, at tað er ferðing til og frá arbeiði, ið er mesta ferðslan, tí tað er serliga um morgunin, at nógv ferðsla er.

Tunnilsfelagið fer frá 1. august at lækka prísin fyri túrahaldið niður á tjúgu krónur fyri túrin. Støðugt vaksandi ferðslan hevur øktar inntøkur við sær, og tí hevur felagið kunnað lækka prísin ár undan ári. 

Hóast felagið ikki hevur sum endamál at vinna pening, so er eingin loyna, at felagið hevur tørv á pengum til eitt nú at halda tunlarnar við líka. Tí er ivasamt, hvussu nógv prísurin fer at lækka framyvir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462