- Gott at hava fingið egnan bústað

25.07.2018 - 17:00
Lívsstílur
- Gott at hava fingið egnan bústað
Dánial Gram Høgnesen og 10 onnur, ið hava serliga tørv, hava nú búð í egnum, vardum bústaði í tríggjar vikur

Dánial Gram Høgnesen hevur bíðað í fimm ár, men nú er dreymurin blivin veruleiki. Dánial Gram Høgnesen hevur búð í egnum, vardum bústaði í tríggjar vikur.

- Tað hevur stóran týdning at hava egnan bústað, soleiðis eg fái meiri frælsi at passa meg sjálvan, sigur Dánial. 

Vit vitja Dánial í nýggju íbúðini, har hann greiðir frá, hvussu tilveran er broytt, eftir hann fekk egnan bústað. Í løtuni hevur hann summarferiu, men annars hevur hann nógv at taka til. Hann arbeiðir í køkinum á verkstaðnum Vón á Argjum. Harafturat dámar honum væl at spæla tónleik og undirhalda. 

Dánial Gram Høgnesen hevur í stríðnum um rættindi til egnan bústað verið røddin hjá teimum, ið hava serligan tørv. Hann er formaður í felagnum "Spyr meg", undirfelagið hjá Javna, har tey, ið hava menningartarn sleppa til orðanna. 

Summartímin mikudagin 25. juli

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083