- Nógvir fordómar móti grønlendingum

31.07.2018 - 23:20
Lívsstílur
- Nógvir fordómar móti grønlendingum
- Tá eg møti fólkum, ið ikki kenna meg, velja tey typiskt at tosa við mannin hjá mær um meg, sigur Mari í Løðuni, sum er hálvur grønlendingur

Mari í Løðuni er uppvaksin í Grønlandi, men flutti til Føroya fyri 14 árum síðani. Hon sær grønlendsk út, og hetta hevur eisini við sær, at summi fólk gera sær eina mynd av henni, áðrenn tey kenna hana.

- Ná, kunnu grønlendingar eisini tað? Siga fólk vanliga, tá eg greiði frá, at eg eri fólkaskúlalærari. Summi fólk seta ofta grønlendingar í samband við at vera drankarar.

Sí eisini: Grønland skal ikki loysa enn

- Grønlendska samfelagið hevur trupulleikar, men Grønland hevur eisini so nógvar aðrar síður. Tær góðu søgurnar mangla at verða fortaldar, heldur Mari í Løðuni, sum er uppvaksin í Grønlandi.

Rembingartíð í Grønlandi

Mari greiðir frá, at sjálvsmyndin hjá grønlendingum er ikki góð - orsakað av, at teir frá gamlari tíð eru blivnir illa viðfarnir.

- Um ein nýggj fyritøka verður sett á stovn, so er hugburðurin tann, at um ein dani ikki er við, so fer tað ikki at ganga. 

Tó vísir Mari á, at tað eru rembingartíðir í Grønlandi. Nýggja ættarliðið tekur í størri mun útbúgving, enn grønlendingar áður hava gjørt.

Summartímin mánadagin 30. juli

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025