- Yrkislistafólk skulu verða spurd framum amatørar

02.08.2018 - 19:14
Lívsstílur
- Yrkislistafólk skulu verða spurd framum amatørar
Yrkislistafólk eiga verða spurd framum amatørar, tá talan er um list, ið er alment fíggjað, heldur Kinna Poulsen, lista-ummælari
Málningurin av Heirgeri Nielsen, fyrrverandi løgtingsformanni, og Kinna Poulsen, lista-ummælara

Jógvan Andrias á Brúnni hevur málað portrættið av Hergeiri Nielsen, fyrrverandi løgtingsformanni. Hergeir Nielsen er sjálvur væl nøgdur við vangamyndina. Men ikki øll eru tað. Kinna Poulsen, lista-ummælari, heldur, at málningurin hevur ov lítla dýpd. 

- Málningurin minnir um eina mynd, sum mann sær úr blaðnum "familie journalen", og tað er ikki nóg gott, tá talan er um alment fíggjaða list. Vit eiga at seta hægri krøv, tí við hesum signalera vit, at vit ikki duga betri enn hetta - og tað gera vit jú.

Málningurin av Hergeiri Nielsen hongur við liðina av fýra øðrum løgtingsformonnum. Síðani stýrisskipanarlógina verða málningar av øllum tingformonnum, sum hava sitið síðani, málaðir og hongdir upp í Løgtinginum. Tað er ymiskt, hvør málarin hevur verið. Siðvenja er, at løgtingsformaðurin sleppur at taka lut í avgerðini um, hvør skal mála seg. Hon vísir á, at hetta eisini kann verða trupulleiki, tí løgtingsformenninir eru ikki altíð skikkaðir til at meta um hetta. Harafturat kann vina- og kenningarpolitikkur eisini koma fyri. 

Kinna Poulsen vísir á, at tað eru nógv dugnalig listafólk í landinum, ið hava førleikar og útbúgving. Tí heldur hon lítið um, at amatørarar verða valdir framum yrkislistafólkini, at mála málningin.

Summartímin hósdagin 2. august

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928