Banki væntar nú 15 milliónir meira í ár

Banki væntar nú 15 milliónir meira í ár
BankNordik-samtakið hevði eitt gott hálvár og hevur tí hækkað væntanina fyri árið
BankNordik samtakið umfatar banka, trygging og fastognasølu.
 
03.08.2018 - 13:04

Fyrra hálvár 2018 royndist so væl hjá BankNordik-samtakinum, at vónirnar um nettoúrslitið fyri alt árið eru betri enn upprunaliga væntað. 

Væntaða nettoúrslitið hjá samtakinum er hækkað 15 mió. kr., úr 175-225 mió. kr. upp í 190-240 mió. kr. 

Rakstrarúrslitið fyrra hálvári var 142 mió. kr. Í fjør var tað 98 milliónir.

Góða gongdin hevur við sær, at ávísar útlánsrentur lækka 1.september, sigur BankNordik í tíðindaskrivi.

Eitt nú lækkar vanliga rentan á lánum til sethús úr 3,1 prosenti niður í 2,95 prosent.

Dótturfeløgini hjá BankNordik, Trygd og Skyn, stóðu seg eisini væl í fyrra hálvári. 

Skyn seldi 150 fastognir í fyrra hálvárinum, 60 fleiri samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

Innlánini hjá BankNordik minkaðu 400 mió. kr. sammett við fyrra hálvárið 2017, men útlánini vuksu 300 milliónir.

Annar verri enn fyrsti

Annar ársfjórðingur í ár royndist ikki eins væl sum tann fyrsti hjá BankNordik-samtakinum, sambært roknskapinum hjá samtakinum.

Rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi var 65 milliónir, í fyrsta ársfjórðingi gjørdist úrslitið 77 milliónir.

Stóri munurin er í inntøkunum, sum bara eru einaferð. 
Tær eru 12 milliónir í øðrum ársfjórðingi, men vóru 76 milliónir í fyrsta ársfjórðingi, millum annað tí tá blivu partabrøvini hjá BankNordik í BI Holding í Danmark 21 mió. kr. meira verd fyri skatt.
BI Holding, Bank Invest samtakið, boðaði frá, at virðið á partabrævinum var ásett øðrvísi enn fyrr, tað er størri nú.

Gjaldoyrastillingar kostaðu bankanum 17 milliónir í øðrum ársfjórðingi, men seks milliónir í fyrsta ársfjórðingi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576