Nýtt kort undan kavi í Vági

Nýtt kort undan kavi í Vági
Eitt forkunnugt kort yvir Vágs kommunu, eitt tekniskt kort frá 1922, kom undan kavi í Vági í farnu viku. Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Magnus Dahl hevur latið gamal kort til Vágs kommunu.
Mynd: Vágs kommuna  
 
08.08.2018 - 08:23

Kortið er funnið í húsunum hjá Petur Dahl, sum var borgarstjóri í Vági frá 1907 til 1914 og aftur frá 1919 til 1930.

Eftirkomararnir hjá Petur Dahl hava seinastu árini arbeitt við at seta í standa gomlu húsini hjá Peturi, í Vági vanliga nevndur Petur á Gørðunum. Ein teirra, sum í dag varir av húsunum, er Magnus Dahl, abbasonur Petur.

Í farnu viku boðaði Magnus frá, at teir høvdu funnið eitt forkunnugt kort í Petursborg, sum húsini hjá Petur á Gørðunum vanliga verða nevnd í Vági. Talan var um eitt tekniskt kort frá 1922.

Kortið er teknað av einum norskum verkfrøðingi, sum Vágs kommuna brúkti sum ráðgeva. Á kortinum eru m.a. fyrstu el-leiðingarnar í Vági teknaðar og eisini sokallaðu “kioskirnar”, sum transformaturstøðirnar hjá elverkinum vórðu kallaðar fyrr.

Forkunnugt er eisini við kortinum, at húsini hjá Petur á Gørðunum, eru millum tey ovastu í bygdini. Í dag standa húsini at kalla mitt í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928