Ógvusligur turkur í stórum pørtum av Avstralia

Ógvusligur turkur í stórum pørtum av Avstralia
Myndugleikarnir í Australia hava í dag alment staðfest at 100 % av fólkaríkasta statinum, New South Wales, er rakt av turki.
Bóndir stríðast fyri at fóðra djórunum.
Mynd: BBC.com  
 
08.08.2018 - 17:18

Ógvusligur turkur er í avstralska deilstatinum New South Wales, skrivar BBC.

Myndugleikarnir í Australia hava í dag alment staðfest, at 100 % av statinum er rakt av turki - 25 % av ógvsligum turki.

New South Wales er fólkaríkasti staturin í Avstralia og stendur fyri einum fjórðingi av framleiðsluni av landbúnaðarvørum hjá landinum. 

Høvuðsstaður í New South Wales er Sydney, sum er fólkaríkasti býur í Avstralia.

Trupulleikin er ikki bara í New South Wales, men helvtin av Queensland og partar av Victoria og Suðuraustralia hava eisini trupulleikar, tí tað hevur regnað ov lítið.

Í pørtum av New South Wales hevur regnað minni enn 10 millimetur í julimánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952