Ferðast kring sólina

Ferðast kring sólina
Parker Solar Probe skal sendast nærri sólini enn nakað annað tól hevur verið fyrr
 
12.08.2018 - 13:55

Fyrr í morgun sendi amerikanska rúmdarstøðin NASA eina rakett út í rúmdina. Í henni var tann sokallaði Parker Solar Probe, ið er eitt tól, ið skal sendast í umferð kring sólin.

Parker Solar Probe skal sendast nærri sólini enn nakað annað tól hevur verið fyrr, men alíkavæl verður fjarstøðan frá tólinum til sólina, heili 6.1 milliónir kilometrar.

Parker Solar Probe skal leggja seg í uttaru atmosferuna á sólini og skal í sjey ár flúgva kring sólina fyri at samla vitan. Av tí at einki hevur verið nærri sólini fyrr og kanna umstøðurnar so gjølla, verður væntað, at vit koma at skilja betur atferðina hjá sólini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303