- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alt tú skalt vita, áðrenn tú byrjar miðnám
Nú er einast ein dagar til taskan skal pakkast og ein nýggjur kapitul skrivast. Tí tey næstu árini skal tú nemliga ganga á Miðnám. Tú ert nervøs/ur, tí hvat skalt tú vera fyrireikaður uppá? Ella hvat skalt tú vænta, um tú skalt yvirhøvur skalt vænta? Eitt er vist: at alt er broytt frá fólkaskúlanum bæði persónliga og fakliga. Men tað eru nøkur heilt bestemt ting, tú skalt vita, um tú vilt hava ein góða byrjan á Miðnám.
Øll sama stað sum tú
Eitt tað týdningarmiklasta at minnast til er, at øll eru líka. Øll eru líka nýggj, øll líka smæðin og nervøs fyri, at onnur ikki fara at dáma tey. So tað einasta, tú skalt gera, er bara at vera blíð/ur og innbjóðandi, tí hini vilja líka so fegin tosa við teg sum tú við tey. Hetta er eisini ein gyltur møguleiki at skapa nýggj vinarbond, tí tit hava øll nakað í felag.
Droppa facaduna
Tá man byrjar í einum nýggjum staði, hevur man ofta lindi til at spæla sjónleik og kanska vera eitt sindur arrogant. Men tað kanst tú líka so gott droppa beinanvegin, tí eingin dámar ein slikan persón, og tað er ordiliga mogið at brúka trý ár í sínum lívi einsamallur. Ver bara tú, tí so fært tú tey vinfólk, ið veruliga dáma teg og ikki tann, tú letur sum um, tú ert. Hetta ljóðar kanska cheesy og órealistiskt. men sjálv havi eg prøva hetta, og eg fekk allir teir røttu vinirnir við at vera erlig.
Gev tí tíð
Um kanska fyrsta kenslan av flokkinum er lort, og alt bara virkar vánaligt, og har kanska ikki er ein persónur, sum tú tykist at dáma - bíða bara. Ikki skift flokk, tí áðrenn tú veist av, so er tín tættasti vinur ein, tú als ikki hevði væntað, at tú fórt at tosa við. Tað er nemliga sunt, at ikki bara fylgjast við teimum somu frá fólkaskúlanum, men at fáa nýggjar og øðrvísi vinir. Alt í alt so bara ikki døma ov tíðliga, tí alt kann broytast - og alt broytist!
Faklig broyting
Fakliga fer alt at broytast, og tað skalt tú vera fyrireikað/ur uppá. Her kanst tú ikki mangla fýra støð-uppgávur, tveir stílar og fimm grammar-uppgávur í enskum. Tú mást vera við frá byrjan, um tú ætlar at megna tað við einum góðum úrsliti. Tú verur noydd/ur at prioritera øðrvísi, enn tú gjørdi áðrenn og raðfesta skúlan høgt. Summi hugsa kanska, at tað ikki er so týdningarmikið, tí tey skulu bara hava hasa húgvuna á høvdið. Hugsar tú so, so fært tú stórar trupulleikar, tá tú skal søkja víðari eftir Miðnám. Hetta merkir ikki, at alt bara skal ganga upp í skúlan og skúlating, men tú skalt vera fyrireikað/ur upp á eina stóra broyting (og "sindur" av stressi).
Praktiskt og bíligt
Eitt, sum tú mást vita beinanveg, er, at brúka minst pengar sum møguligt upp á bøkur og annað. Eitt gott ráð er at keypa tað brúkt á rótikassanum ella "Bøkur til sølu" á Facebook. Tú kanst spara nógvar pengar, og so ert tú ikki totalt á reyvuni, tí bøkur eru dýrar. Minst til at søkja um bókastuðul, so tú ikki brúkar pengar úr egnum lumma. Spyr systkin og familju, um nakar hevur brúkt tær bøkur, sum tær tørvar. Um tú ert av bygd, so er smart at fáa tær busskort frá Strandferðsluni beinanvegin, so tú ikki skalt gjalda óneyðuan pening fyri ferðing til og frá skúla. Eini onnur góð ráð eru, at ikki keypa ov nógv frá kantinuni, tí gert tú tað, so verður tú skjótt fátækur.
At enda vil Røddin bara ynskja tær eina góða byrjan á komandi skúlaár. Tað er hart, men tú ert ikki einsamallur við kensluni. Alt er kaos í byrjanini, og eingin anar, hvussu tey skulu bera seg at. Vónandi hjálpa hesi ráð tær, tí tíðin á Míðnámi er heilt fantastisk, og líkamikið hvat so verða hetta trý ógloymandi ár hjá tær.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |