Úrslitaleysur toppfundur

Úrslitaleysur toppfundur
Eingin ítøkilig avtala spurdist burturúr toppfundinum millum russiska forsetan og týska samvelsdiskanslaran í gjár.
Mynd: AP  
 
19.08.2018 - 11:10

Á hálva fjórða tíma drúgva fundinum umrøddu Vladimir Putin og Angela Merkel støðuna í Ukraina, Sýria og stóru gassleiðingina Nord Stream 2.

USA roynir í sínum lagi at leggja trýst á Týskland fyri at steðga russisku ætlanini um gassleiðingina, sum skal røkka heilt til Vestur-evropa. Leiðingin vil, sambært USA, gera Týskland meira tengt at Russlandi.

Men hetta er ein handilslig, og ikki politisk, ætlan, siga bæði Russland og Týskland.

Ikki ráð til flóttafólka-kreppu

Um støðuna í Sýria segði Putin eftir toppfundin, at alt má gerast fyri at sýrisku flóttafólkini kunnu sleppa heimaftur. 

- Evropa hevur ikki ráð til enn eina flóttafólka-kreppu, ljóðar ávaringin frá russiska forsetanum.

Vladimir Putin minnir á, at ein millión flóttar eru í Jordan og ein millión flóttar eru í Libanon. Og harumframt eru tríggjar milliónir flóttar í Turkalandi.

- Tað kann gerast ein stór byrða fyri Evropa. So tí er neyðugt at gera alt fyri at hesi fólk kunnu venda heimaftur, sigur Putin.

Spent viðurskifti

Viðurskiftini millum Russland og Týskland hava verið spent síðani Rusland í 2014 tók valdi á Krim-nesinum.

Toppfundurin á slottinum Meseberg, uttanfyri Berlin, í gjár verður mettur sum ein roynd at bøta um viðurskiftini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542