Váta summarið oyðileggur málaravinnuna í Íslandi

Váta summarið oyðileggur málaravinnuna í Íslandi
Summarið í Íslandi hevur verið so vátt, at íslendska málaravinnan gevur ilt av sær.
Mynd: Morgunblaðið  
 
20.08.2018 - 15:55

- Vit hava fyrr havt vát summur, men einki hevur verið so ringt sum í ár, sigur Ívar Tór Hilmarsson við Morgunblaðið. Hann hevur arbeitt í málaravinnuni í 19 ár.

Og hagtølini tala fyri seg. Summarið hevur verið sera vátt í landsynningspartinum av Íslandi. Í juli vóru bara fimm turrir dagar. Eisini í mai og juni var nógv meira avfall enn í miðal.

Hilmarsson sigur, at allar uttanduraverkætlanir eru seinkaðar, og at summar rætt og slætt mugu útsetast til næsta summar.

- Óvæntað æl, sum vara í tíggju minuttir, kunnu oyðileggja eitt heilt dagsverk, og tú kanst ikki líta á veðurvánirnar, sigur hann við Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974