Ísurin norðanfyri Grønland byrjar at bráðna

Ísurin norðanfyri Grønland byrjar at bráðna
Fylgisveinamyndir vísa, at ísurin er sundurbrotin og flytir seg meira, enn nakrantíð áður skrásett. Talan er um elsta og tjyksta havís í heiminum.
Hetta er fyrstu ferð, at opið hav er at síggja norðanfyri Grønland, har ísur vanliga er alt árið runt.
Mynd: Nick Gobbing // Greenpeace  
 
22.08.2018 - 08:49

Ísurin norðanfyri Grønland er so smátt farin at bráðna. Tað skrivar enska blaðið the Guardian við danska veðurstovninum DMI sum keldu.

Havísurin norðanfyri Grønland hevur verið hildin av granskarum at verið seinasti havísurin á jørðini, sum fór at bráðna, men fylgisveinamyndir vísa, at ísurin er meira sundurbrotin og flytir seg meira, enn nakrantíð áður skrásett. Talan er um elsta og tjyksta havís í heiminum. 

Hetta er fyrstu ferð, at opið hav er at síggja norðanfyri Grønland, har ísur vanliga er alt árið runt. Sambært granskarum á DMI var óvanliga heitt í februar og aftur hendan mánaðin í økinum, og tað hevur gjørt tað møguligt hjá streymi og vindi at trýsta havísin burtur frá landi í Norðurgrønlandi. 

Sambært norsku veðurstovuni er næstan helvtin av ísinum, sum eigur at vera við Svalbard um hesa tíðina á árinum, bráðnaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815